Innanlands

Eykajáttan, munnligir fyrispurningar og ein møgulig bumba undir samgonguni í tinginum í dag

Fá mál eru á skránni, men dagurin í løgtinginum kann gerast týðandi

2019-04-24 10:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bert fýra punkt eru á skránni í løgtinginum í dag. Umframt framløgur, sum er síðsta punktið á skránni, er eitt uppskot til eykajáttan til sjúkrahúsverkið og fyribyrging á 29,750 milliónir krónur. Tað er fíggjarmálaráðið, sum eigur tað uppskotið.

Munnligir fyrispurningar eru eisini á skrá, men stóra málið í dag er fyrsta punktið á skránni, har atkvøðast skal fyri at fáa uppskot um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, úr nevnd. Tað er Magni Laksáfoss, sum vil hava málið úr nevnd, og fær hetta ikki undirtøku er vandi fyri, at uttanflokkatingmaðurin tekur stuðul sín til samgonguna aftur.

Løgtingsfundurin verður settur kl. 11.

Skráin er hendan: 

1.    1. Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í Tingskipanani í løgtingsmáli nr. 112/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Loyvisviðurskifti, miðsavnan, søla, netvirksemi og ravmagnsmarknaður)

2.    Munnligir fyrispurningar

3.    Løgtingsmál nr. 175/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019

4.    Framløga

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder