Innanlands

Stuðulin til samgonguna verður møguliga tikin aftur í dag

Magni Laksáfoss tekur møguliga stuðulin til samgonguna aftur, um uppskot hansara ikki verður tikið aftur úr nevnd

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-04-24 09:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Samgongan kann missa stuðul frá einum av uttanflokkatingmonnunum í dag, tá atkvøðast skal um at fáa uppskotið um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni aftur úr nevnd. Talan er um broyting í Elveitingarlógini, sum Magni Laksáfoss, hevur skotið upp.

Løgtingsfundur er klokkan 11 og málið er tað fyrsta á skrá.

Magni Laksáfoss hevur avtalu um at stuðla samgonguni, men verður ikki atkvøtt fyri at fáa malið aftur úr nevnd, so kann samgongan missa hendan stuðul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder