Innanlands

Eykajáttan til Glasir: Fíggjarnevndin vil hava ábyrgd staðfesta

Løgtingið fer í dag at játta 28,4 milliónir eyka til Glasir. Onnur viðgerð er farin í gongd

2018-12-05 13:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Breiður meiriluti í fíggjarnevndini mælir løgtinginum um at samtykkja 28,4 milliónir krónur afturat til Glasir.

Tað stendur í áliti, sum er komið úr fíggjarnevndini í dag.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur biðið um eykajáttan soleiðis, at skúladepilin kann gerast liðugur og ymsar ábøtur kunnu gerast.

Av upphæddini 28,4 milliónir eru 14,25 milliónir longu nýttar, og undir viðgerðini er Fíggjarnevndin kunnað um, at harumframt tørva 9,7 milliónir. Eisini er Fíggjarnevndin kunnað um, at tað harumframt eru staðfestir manglar fyri 17,6 milliónir.

- Fíggjarnevndin heldur, at tað hevur alstóran týdning, at umstøðurnar á Glasi sum skjótast verða betraðar, so at skúlin verður tryggari fyri næmingar og starvsfólk, og so at tann neyðuga útgerðin verður til undirvísing.

- Undir viðgerðini í Fíggjarnevndini er tað komið fram, at tað ikki ber til at staðfesta, um tilsamans 46 mió. kr. er endaliga upphæddin, sum skal til fyri at gera verkætlanina lidna. Tað er í sjálvum sær átaluvert, sigur meirilutin.

Meirilutin heldur, at stýringin av verkætlanini hevur ikki verið nøktandi.

- Meirilutin tekur tað sum eina sjálvfylgju, at tann sannroynd, at peningur er brúktur í heimildarloysi, verður kannað, og at ábyrgd verður staðfest. Fíggjarnevndin heldur tað vera rættast, at løgtingsgrannskoðararnir kanna alla byggiverkætlanina sum skjótast, stendur í álitinum.

Les eisini: Nú vil Heðin Mortensen hava svar frá Landsverki

Minnilutin, sum er Jacob Vestergaard, tekur ikki undir við uppskotinum. Hann sigur, at Landsverk ikki førleika at stýra verkætlanini.

- Bæði tíðarætlanir og kostnaðarmetingar hava verið broyttar ferð eftir ferð. Tað er ongin trygd fyri at tað, sum nú er upplýst í uppskotinum, er tað, sum skal til, fyri at fáa gjørt skúlan lidnan og tryggan, sigur Jacob Vestergaard.

2. viðgerð av málinum byrjar nú klokkan 13. Verður uppskotið samtykt við 2. viðgerð, verður ein triði tingfundur eisini í dag.

Fylg við tingvarpinum her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder