Mentan

Eykasýningar av ‘Leitanin eftir at vera' á Tjóðpalli Føroya

Útselt hevur verið til allar 13 sýningarnar

2019-05-01 21:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Útselt hevur verið til allar 13 sýningarnar og vegna stóra áhugan verða nakrar fáar eykasýningar av leikinum seinast í mai. ‘Leitanin eftir at vera’ byggir á egnar upplivingar hjá Katarinu Nolsøe og er ein dramatisk, skemtilig, álvarsom, sjálvironisk og lívsjáttandi frásøgn um longu ferðina aftur til gerandislívið eftir eina depressión. Leikurin hevur fingið sera góðar afturmeldingar frá áskoðarum og ummælarum. 

"Sjáldan havi eg sitið so rimmarføst á stólinum, ja, viðhvørt mátti eg næstan slíta meg úr einari transu og noyða munnin saman aftur, so væl var hetta uppsett og ikki minni spælt."
- Marna Jacobsen
 
 
"Ein góður, sterkur og djarvur leikur, sum gevur tær nakað, ið tú veruliga kanst brúka til nakað.” 
- Hanna Jensen
 
 
Katarina Nolsøe fekk í 2006 eina álvarsama depressión og varð fleiri ferðir innløgd á psykiatriska deplinum. Leikurin er hennara roynd at greiða frá bardaganum við sjúkuni og ferðini gjøgnum ótta og angist; ein søga um at koma fyri seg aftur og at læra seg at liva við sárinum. At koma frá einki at kunna, til aftur at skapa sær eina tilveru og at megna gleðina við lívinum.
 
Leikarar eru Gunnvá Zachariasen og Búi Egason Dam. Búi ger eisini tónleikin og er bæði tónleikari og sjónleikari á pallinum. Katarina Nolsøe hevur skrivað leikritið og hon leikstjórnar sjálv uppsetingini.
 
Høvundur, teknari og leikstjóri: Katarina Nolsøe
Gjørt til leik: Leikbólkurin
Tónleikur: Búi Egason Dam
Leikarar: Gunnvá Zachariasen og Búi Egason Dam
Ljósdesign: Turpin Napoleon Djurhuus
 
Eykasýningar verða 23., 24., 25. og 26. mai.
 
Tjóðpallur Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder