Innanlands

Eysturkommuna væntar ongan inntøkuvøkstur

Kommunan lækkar inntøkumetingina fyri 2019 frá 113 mió. kr til 111 mió. kr.

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2018-12-03 10:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fíggjarætlanin hjá Eysturkommunu fyri 2019 bleiv samtykt á býráðsfundi í gjár.

Fíggjarætlanin fyri 2019 ber brá av, at hetta er fyrstu ferð síðani Eysturkommuna bleiv stovnað í 2009, at kommunan ikki væntar inntøkuvøkstur fyri komandi ár. Kommunan lækkar inntøkumetingina fyri 2019 við smáum 2 mió. kr. frá 113 mió. kr til 111 mió. kr.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar hækka tó, og verða íalt 89,3 mió. kr., sum er ein hækking uppá 3,7 mió. kr. Orsøkin til hækkingina er størri játtan til eldraøkið og lønarhækkingar. Raksturin gevur eitt yvirskot uppá 21,7 mió. kr., sum býráðið metir er nøktandi.

Kommunan hevur sett 49,4 mió. kr. av til íløgur. Talan er um nógvar ymiskar íløgur men størstu íløgurnar eru hesar:

Nýggjur dagstovnur í Gøtugjógv: 10 mio. kr.

Bátahylurin í Norðragøtu: 5 mió. kr.

Liðugtgerð við bátahylin í Leirvík og bátadráttur: 3,2 mió. kr.

Útstykking í Norðragøtu: 8 mió. kr.

Liðugtgerð av tilbúgvingastøð í Leirvík: 5 mió. kr.

Skúlin við Gøtugjógv: 3 mió. kr.

Eysturkommuna kemur við ársenda 2018 onga nettoskuld at hava, men ætlanin er at upptaka lán á 20 mió. kr kommandi ár, skrivar kommunan. Samlaði fíggjartørvurin í 2019 verður uml. 34 mió. kr. og er ætlanin at 14 mió. kr. verður tikið av innistandandi. Nettoskuldin við ársenda 2019 verður 33 mió., sum er 35% av eini álíkning.

Skattaprosentið, barnafrádrátturin og ansingargjøldini verða óbroytt, og verða í 2019:

Skattaprosent: 21%

Barnafrádráttur: 8.000,00 kr.

Vøggustovugjald: 1.600,00 kr.

Barnagarðsgjald: 1.500,00 kr.

Frítíðarpláss: 700,00 kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder