Stóri sosiali miðilin Facebook fer nú at byggja eina stóra dátumiðstøð í Esbjerg í Danmark.
Tað er felagið Notita Network ApS, sum skal byggja dátumiðstøðina, men sambært DR er tað Facebook sum bæði hevur stovna og eigur felagið.
Mánadagin fer býráðið í Esbjerg at viðgerða sakina.
Varaborgarstjórin í Esbjerg, Susanne Dyreborg váttar fyri DR, at Facebook stendur aftanfyri dátumiðstøðina. Hon heldur tað verða fantastiskt, at Facebook ætlar at gera íløgu í teirra í øki.
Støddin á 250.000 fermetrar svara til áleið 40 fótbóltsvøllir.
Fleiri dátumiðstøðir verða í løtuni bygdar í Danmark. Google og Apple byggja hvør sína í Suðurjútlandi, Facebook byggir í Odense, Apple í Viborg og Google hevur keypt eitt stórt grundøki í Fredericia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald