Uttanlands

Fall á amerikanska virðisbrævamarknaðinum

Fíggjarmarknaðurin tykist fjálturstungin av corona-hóttanini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-10 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Virðið á partabrøvun á amerikanska Dow Jones-listanum fall í gjár við 7,8 prosentum. Hetta er størsta fallið síðan fíggjarkreppuna í 2008, skrivar dr.dk.

Millum partrbrøvini, sum mistu nógv virði, vóru stóru kt-fyritøkurnar Apple, sum fall við 7,9 prosentum og Microsoft við 6,8 prosentum.

Orsøkin til kursfallið verður sagt at vera óttin fyri corona-smittuni.

Samstundis er prísurin á ráolju fallin við næstan 25 prosentum. Hetta kemur orsaka av, at Saudiarabia hevur ætlanir um at seta ferð á sína framleiðslu eftir at Russland hevur sýtt fyri at skrúva niður fyri síni framleiðslu av olju og gassi.

Hetta prískríggið hevur ført til stóran miss hjá eitt nú amerikanska oljufelagnum Exxon Mobil.

Talan er um størsta fallið í oljuprísinum síðan fyrra golfkríggið brast á í 1991, skrivar dr.dk.

Amerikansku partabrøvini liggja nú 19 prosent undir tí støði, tey vóru á fyri einum mánaði síðani. Fallið á kursunum var so stórt tá keypsskálin í New York lat upp í gjár, at ein sjálvvirkandi skipan stongdi fyri øllum handli í umleið eitt korter.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder