Tað er ikki fallið í góða jørð í familjuni hjá undangongumanninum innan norska aling, Thor Mowinckel, at Marine Harvest nú broytir navn til Mowi.
Tá risastóra norska alifelagið hevði eykaaðalfund týsdagin, varð eitt mótmæli lisið upp.
Sambært einum næstringi hjá Thor Mowinckel, Frederik W. Mowinckel, ynskir familjan ikki, at navnið verður sett í samband við stóru alifyritøkuna. Við Dagens Næringsliv upplýsir Fredrik Mowinckel, at 84 ára gamli pápi hansara var á aðalfundinum, har eitt mótmæli varð lisið upp vegna familjuna, teirra millum einkjuna, dóttrina og systrina hjá Thor Mowinckel.
- Vit halda ikki, at tað er rætt, at Mowi-navnið skal setast í samband við háttin, sum tit og onnur, eftir okkara meining, dálka náttúruna, búøkini hjá villaksinum, vistskipanir og hótta framtíðina fyri komandi ættarlið, varð sagt í mótmælinum.
NO to MOWI. Members of the Mowinckel family have at the EGM today voted against Marine Harvest’s plans to change its name to MOWI. We do not wish be associated with what we consider an unsustainable way of farming salmon. Completely closed farms is the only way forward.
— Frederik W Mowinckel (@FWMowinckel) 4. december 2018
Sambært Fredrik Mowinckel harmast familjan um, at mótmælið ikki varð tikið við í frágreiðingina frá aðalfundinum.
Samskiftisstjórin hjá Marine Harvest sigur soleiðis í aftursvari til Dagens Næringsliv.
- Vit vita um, at partar av familjuni eru ivasamir mótvegis vinnuni, men Mowi er hóast alt ein tungur partur av søguni hjá felagnum og byrjanini til norsku alivinnuna. Vit hava eina laksastammu, sum ber navnið Mowi, sum vit hava ment síðan byrjanina í 1964, og hava eisini verið á asiatiska marknaðinum við navninum í fleiri ár. Vit fegnast tí um, at partaeigararnir tóku undir við navnabroytingini, sum fær gildi frá á nýggjárinum.
Les eisini: Undangongumaður verður heiðraður við navnaskifti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald