Uttanlands

Familjurnar fáa ein posa við jørð frá vanlukkustaðnum

Tað kann taka upp til hálvt ár at eyðmerkja allar leivdirnar frá vanlukkustaðnum, har flogfarið hjá Ethiopian Airlines datt niður, siga myndugleikar í Etiopia

Til minningarhald í Addis Ababa (Mynd: EPA)

Til minningarhald í Addis Ababa (Mynd: EPA)

2019-03-17 11:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Familjurnar hjá ferðafólkunum, sum lótu lív í flogvanlukkuni í Etiopia fyri viku síðani, hava fingið boð um, at tað kann taka upp til hálvt ár at eyðmerkja allar leivdirnar, sum mann fann, har flogfarið hjá Etiopian Airlines datt niður.

Summar leivdir eru ov lítlar og illa farnar til at tað ber til at eyðmerkja tær, vóru boðini frá myndugleikunum, og síðani hava familjurnar biðið um at fingið jørð frá vanlukkustaðnum, sum tey kunnu jarða í staðin, so tey kunnu skipa fyri ordiligari jarðarferð.

Og í dag fáa familjurnar so ein posa við jørð frá vanlukkustaðnum, skrivar TV2.

Hetta hendir eftir, at familjurnar hava lagt stórt trýst á etiopisku myndugleikarnir, sum í byrjanuni noktaðu at geva familjunum jørðina.

Tað eydnaðist tó nøkrum familjulimum at sníkja seg at taka eitt sindur av jørð frá vanlukkustaðnum fyri nøkrum døgum síðani.

Í dag verður skipað fyri minningarhaldi í Addis Ababa, har posar við brendari jørð verður latin familjunum hjá teimum 157 fólkunum, sum lótu lív í flogvanlukkuni.

Hetta er tó ikki nóg mikið fyri øll.

- Vit geva ikki upp, fyrr enn vit hava fingið líkið ella nakrar leivdir, sigur ein teirra, ið situr eftir, við AP.

Seinastu dagarnar hava familjurnar gistað á einum gistingarhúsi í Addis Ababa, sum hevur virkað sum ein kreppumiðstøð.

Enn verður arbeitt við at eyðmerkja leivdirnar á vanlukkustaðnum, og enn verður eisini arbeitt við at finna útav, hví flogfarið hjá Ethiopian Airlines datt niður bert seks minuttir eftir fráferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder