Innanlands

Fara at bjóða ókeypis reingerðartænastu til fólkapensjónistar

Fólkapensjónistar í Tórshavnar kommunu, sum ikki megna at gera reint sjálvir, fáa nú aftur tilboð um reingerð

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-24 07:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu fer restina av 2019 undir eina royndarverkætlan at veita reingerðartænastu til fólkapensionistar, sum ikki sjálvir megna at gera reint.

Reingerð hevur fyrr verið partur av heimatænastuni. Fyri áleið 10 árum síðani bleiv henda tænasta tikin úr heimatænastuni og hevur ikki verið síðan. Tað hava gjøgnum øll árini verið røddir frammi um, at saknur hevur verið í hesari tænastu. 

Tórshavnar býráð hevur ynskt at ganga tørvinum hjá borgarunum á møti og hevur tí sett 500.000 kr. av til eina royndarverkætlan fyri reingerðartænastu fyri 2019, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Tilboð til fólkapensjonistar
Reingerðartænastan er eitt tilboð til fólkapensionistar, sum ikki sjálvir megna at gera reint í egnum heimi. Talan er um serstaka tænastu og tí skal borgarin søkja um tænastuna. Visitatiónin hjá Heilsu- og umsorganartænstuni ger síðan eina meting av tørvinum og støða verður tikin til, um borgarin lýkur treytirnar fyri at fáa tænastuna. 

Tænastan kann eftir tørvi veitast antin einaferð 2. hvørja viku ella einaferð 4. hvørja viku. Skipanin verður ókeypis.

Undir gomlu skipanini var tað heimahjálpin, sum veitti tænastuna, men soleiðis verður ikki nú, tí starvsfólkatilfeingi ikki er til tað. Tórshavnar kommuna hevur tí gjørt avtalu fyri 2019 við reingerðarfyritøkuna Dveyluna, um at veita reingerðartænastu til teir fólkapensionistar í Tórshavnar kommunu, ið fáa játtaða reingerðartænastu.

Verkætlanin fer av bakkastokki í næstum. Tá skipanin hevur virkað eina tíð, sæst hvør tørvurin er og hvussu skipanin riggar, og tá verður skipanin eftirmett í mun til framhald og hvussu skipanin skal síggja út í framtíðini.

Kommunan hevur sett 500.000 kr. av til royndarverkætlanina í 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder