Innanlands

Fara at gera brúgv niðri í Sandagerði

Ynski hevur í longri tíð verið um at gøta verður gjørd um Sandá í Sandagerði fyri at nøktandi gonguleið verður frá Argjum yvirum ánna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-21 21:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ynski hevur í longri tíð verið um at gøta verður gjørd um Sandá í Sandagerði fyri at nøktandi gonguleið verður frá Argjum yvirum ánna, og soleiðis, at tað verður lætt atkomuligt havnamegin frá yvir til eitt nú Sjósavnið. Henda brúgv kemur somuleiðis at knýta seg í gøtuskipanina kring Havnina, sum arbeitt verður við. 

Ætlaða brúgvin og gøtusambandið liggur innanfyri forn- og náttúrufriðaða økið í Sandagerði, og skal ætlanin sostatt góðkennast av friðingarmyndugleikunum. Uppskotið er, at brúgvin verður gjørd í sama sniði, sum aðrar brýr í grønu økjunum í býnum. Útvalda sniðið er einkult og byggitøkniliga er sniðið tillagað økið, soleiðis at ikki verður neyðugt at hava stuðlandi súlur niður í ánna. 

Økið er innanfyri friðingarlinjuna við Sandá, og nærri enn 100 m frá sjóvarmálanum. Vegleiðandi tilboð eru fingin til vega og tekniski stjórin og býararkitekturin mæla til taka tí eina tilboðnum, og at játta kr. 550.000 til endamálið.

Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti 08. mai at taka undir við tilmælinum, tað sama gjørdi fíggjarnevndin 15. mai 2019, og tí kemur málið fyri býráðið nú hóskvøldið, boðar Tórshavnar kommuna frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder