Nýggjasti James Bond filmurin "No Time To Die", sum varð frumsýndur í vikuni, verður tann fimti og seinasti James Bond filmurin við Daniel Craig í høvuðsleiklutinum sum agent 007.
Áðrenn frumsýningina vóru gitingar um, hvør eftirmaðurin hjá Daniel Craig fór at vera, men James Bond fjepparar mugu vera tolnir eina góða løtu afturat, tí byrjað verður ikki at leita eftir nýggja Bond fyrr enn komandi ár.
– Hetta hugsa vit yvirhøvur ikki um enn. Vit ynskja, at Daniel (Craig, red.) fær tíð at verða fagnaður. Komandi ár fara vit at hugsa um framtíðina, siga Barbara Brocolli og Michael G. Wilson, framleiðarar.
Fleiri eru tó longu komin við boðum uppá, hvør tann næsti 007-agenturin verður. Nøvn, sum hava verið nevnd í hesum sambandi, eru James Norton, Henry Cavill, Tom Hardy og Idris Elba. Men fleiri kvinnur hava eisini verið nevndar. M.a. Suranne Jones og Lashana Lynch.
Barbara Brocolli vísir tó aftur, at tann næsti James Bond verður ein kvinna.
– James Bond er ein mannligur karakterur. Eg vóni, at nógvir filmar verða gjørdir við kvinnum, til kvinnur, av kvinnum, og um kvinnur. Eg haldi ikki, vit skulu taka ein mannligan karakter og lata eina kvinnu ímynda hann, sigur hon sambært B.T.
Les eisini: Daniel Craig: Tann næsti James Bond skal ikki vera ein kvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald