Innanlands

Fara undir at endurstovna Sjálvstýri seinni í mánaðinum

Á aðalfundinum hjá Norðoya Sjálvstýrisfelag í Klaksvík 21. februar verður møguleiki at skriva undir, so at flokkurin kann stilla uppaftur til næsta løgtingsval

Sámal Petur í Grund til kjak í Klaksvík. 21. februar fer formaður floksins at greiða frá søgu floksins og byrja verður at savna undirskriftir (Mynd; Sverri Egholm)

Sámal Petur í Grund til kjak í Klaksvík. 21. februar fer formaður floksins at greiða frá søgu floksins og byrja verður at savna undirskriftir (Mynd; Sverri Egholm)

2023-02-08 08:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

8. desember 2022 noyddist Sjálvstýri at ásanna, at tað ikki eydnaðist at koma um tinggáttina. Tað eru 80 ár síðani at hetta hendi seinast, og valkvøldið staðfesti formaðurin Sámal Petur í Grund, at í fyrstu syftu fór flokkurin at vera virkin politiskt uttanfyri tingið.

- So fara vit at taka støðu til, hvussu vit gera til løgtingsval og onnur val í framtíðini, segði hann við Portalin.

Les eisini: Sjálvstýri heldur fram uttanfyri løgtingið

Gott eina viku eftir valið kom eitt skriv frá Sjálvstýrinum, har tað millum annað varð víst til ætlanir landspolitiskt og komunalt.

- So skjótt sum úrslitið av valinum gjørdist greitt, sást ein stríðsandi vakna í bæði valevnum, samskiparum og øðrum, ið standa flokkinum nær. Øll eru samd um, at vit nú skulu undir at endurreisa og endurnýggja flokkin.

Eftir fund í landsnevndini og eftir "aftursvarið" aftaná valið, var greitt, at flokkurin fór at stríðast miðvíst víðari, og á aðalfundinum hjá Norðoya Sjálvstýrisfelag, sum verður týskvøldið 21. februar, verður farið undir at samla inn undirskriftir til endurstovnan av flokkinum.

Hesum boðar Norðoya Sjálvstýrisfelag frá í tíðindaskrivi, ið varð sent miðlunum í gjárkvøldið.

Les eisini: Sjálvstýri skal endurreisast og endurnýggjast

Har stendur eisini, at Sámal Petur í Grund á fundinum í "gomlu Cafe Fríðu" í Nólsoyar Pálsgøtu 7 fer at siga frá søguni hjá Sjálvstýri.

- Á fundinum fáa fólk eisini møguleika at vera við til at endurstovna flokkin, soleiðis at Sjálvstýri kann stilla uppaftur til komandi løgtingsval. 

Minst 800 undirskriftir skulu til fyri at ein flokkur, sum ikki er á tingi, skal sleppa at stilla upp. Aðalfundur Norðoya Sjálvstýrisfelags verður  í Klaskvík, týskvøldið, 21. februar klokkan 20. 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder