Uttanlands

Fara undir at velja nýggjan páva 7. mai

Kardinalar úr øllum heiminum savnast at velja ein nýggjan páva – 136 kardinalar hava atkvøðurætt

Frans pávi andaðist 2. páskadag, 88 ára gamal (Mynd: EPA)

Frans pávi andaðist 2. páskadag, 88 ára gamal (Mynd: EPA)

2025-04-28 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um eina góða viku verður farið undir tilgongdina at velja nýggjan páva.

Kardinalar úr øllum heiminum eru longu savnaðir í Vatikaninum í sambandi við jarðarferðina hjá Frans páva farna vikuskifti, og Vatikanið upplýsir sambært Reuters, at farið verður undir at velja nýggjan páva 7. mai.

Kardinalsamkoman kann í fyrsta lagi byrja 14 dagar eftir, og í seinasta lagi 20 dagar eftir, at ein pávi er deyður. Frans pávi andaðist 2. páskadag, 21. apríl.

Katólska kirkjan hevur 252 kardinalar, men bert kardinalar undir 80 ár hava atkvøðurætt, og teir eru í løtuni 136 í tali.

Fyri at verða valdur til páva má ein kardinalur fáa í minsta lagi tveir triðingar av atkvøðunum.

Seinast ein nýggjur pávi skuldi veljast í 2013 tók tað tveir dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder