Innanlands

Farna vika var ein rættiliga góð vika

132 metrar vórðu sprongdir í Eysturoyartunlinum í farnu viku

2018-10-08 10:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tunnilsarbeiðið í Eysturoyartunium gongur stútt framá og í farnu viku vórðu 132 metrar sprongdir. Hetta verður mett at verða ein rættiliga góð vika, og nú eru 7.444 metrar sprongdir av teimum tilsamans 11.250 metrunum.

73 metrar vórðu sprongdir á Hvítanesi og í alt eru nú sprongdir 3.639 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og móti Hvítanesi vórðu sprongdir 27 metrar. Har eru nú sprongdir íalt 1.198 metrar.

Frá rundkoyringini og móti Rókini á Eysturoynni vórðu sprongdir 32 metrar, so at nú eru 982 metrar sprongdir har.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder