Innanlands

Faroe Ship gevst við farleiðini millum Havnina og Hanstholm

Undirtøkan fyri farleiðina, sum byrjaði í apríl, hevur ikki verið nóg góð

Bogi Nielsen, stjóri á Faroe Ship (Savnsmynd)

Bogi Nielsen, stjóri á Faroe Ship (Savnsmynd)

2022-01-31 12:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

14. apríl í fjør byrjaði Faroe Ship at sigla við farmi millum Havnina og Hanstholm, men nú, minni enn eitt ár seinni, gevst felagið við farleiðini. Tað skrivar Kringvarpið.

Orsøkin til hetta er, at undirtøkan fyri farleiðina ikki hevur verið nóg góð.

Tað var farmaskipið Vantage, sum røkti siglingina á hesari leiðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder