Mikukvøldið 24. oktober er móttøkutiltakið á skránni, sum í ár verður hildið í stásiligu hølunum hjá Bakkafrost á Glyvrum.
Hetta er 13. ferðin at Faroexpo verður hildið. Áður varð hendan vinnustevnan hildin árliga, men í samráð við baklandið aftanfyri Faroexpo, varð í 2016 avgjørt at halda stevnuna annaðhvørt ár framyvir.
Faroexpo er skipað sum eitt partenariat, við snarfundum, har fyritøkur hittast fyri at byggja upp og menna nýggj kundasamstørv, ella bara viðlíkahalda verandi kundar. Hesir fundir verða í Bylgjuni í Runavík 25-26. Oktober
Faroexpo endar við eini sera viðkomandi ráðstevnu í Løkshøll fríggjadagin seinnapartin og eftirfylgjandi veitsludøgurða í vakra skótahúsinum við Løkin.
Heitið á ráðstevnuni í ár er: Vinna & vælferð, har fokus verður sett á leiklutin hjá vinnuni í framtíðar vælferðarsamfelagnum.
Í ár luttaka uml. 30 føroyskar og 20 útlendskar fyritøkur á Faroexpo, og er hetta áleið tað sama, sum undanfarin ár.
- Faroexpo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald