2018-07-31 08:14
Løgreglan fekk í gjár fráboðan um herverk í Hoyvík. Ein bileigari ringdi og segði frá, at tvey tvey dekk á bilinum vóru skorin upp.
Herverkið var framt um náttina 29. juli millum klokkan 01 og 10 og tí hevði bileigarin einki sæð til herverkið. Bilurin stóð parkeraður í Ólivantsgøtu.
Løgreglan heitir á fólk, sum møguliga vita nakað um málið um at seta seg í samband við seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald