Innanlands

Fekk ein form í høvdið

598 dagar uttan arbeiðsskaða uttan fráveru vegna arbeiðsskaða, men hósdagin hendi eitt arbeiðsóhapp á Sundi

Sundsverkið verður í hesum døgum bygt út (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Sundsverkið verður í hesum døgum bygt út (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-12-09 23:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

598 dagar uttan fráveru vegna arbeiðsskaða hjá Articon, sum byggir elvirkið á Sundi út fyri SEV. Men hósdagin varð teljarin settur á 0.

Hetta skrivar VP í dag.

Tað var fyrr í vikuni, at ein maður á arbeiðsplássinum fekk ein form í høvdið tá teir tóku forskalling niður. Maðurin arbeiddi í eini lyft, og hann var bæði í seðla og hjálmi, sum tók stoytin. Maðurin varð sjúkrameldaður í eina viku.

Endamálið við teljaranum er alla tíðina at fáa rbeiðsfólkini at hava trygdina i huga. Og trygdin er eisini munandi betri enn hon var fyri nøkrum árum síðani, sigur Evelyn Gaard, leiðari fyri Heilsu, trygd og umhvørvi hjá Articon, við vp.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder