2019-05-19 09:46
Ferðslupartrúljan hjá løgreglan gjørdi ferðslukanningar í Eysturoynni í gjár, og kundi staðfesta, at nakrir bilar vóru, sum koyrdu ov skjótt – rættiliga nógv ov skjótt.
Ein var so langt oman fyri hægst loyvdu ferð, at hann fekk koyribann á staðnum. Hesin bilførarin varð máldur til at koyra minst 130 kilometrar um tíman.
Ein annar, sum varð máldur til at koyra 122 km/t fekk treytaða frádøming av rættinum at koyra bil, meðan tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Teir vórðu máldir til at koyra minst 108 og 112 kilometrar um tíman.
Mátingarnar vórðu gjørdar á leiðini millum Fjarða, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald