Innanlands

Fekk ølglas knúst í gronina

Harðskapsmál í gjárkvøldið førdi til at ein persónur er skuldsettur fyri grovan harðskap

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-10-31 14:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt harðskapsmál var á einum skeinkistaði í Tórshavn í gjárkvøldið. Ein gestur á skeinkistaðnum fekk eitt ølglas knúst í gronina á sær.

Tann órættaði meldaði málið, og løgreglan hevur brúkt tað sum er av degnum í dag uppá at viðgera málið.

- Maðurin varð handtikin í morgun. Nú er hann avhoyrdur og er skuldsettur fyri grovan harðskap, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Tann órættaði fekk ongan álvarsaman skaða, men fekk nakrar snuddir. Hann hevur tað eftir umstøðunum gott.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder