Felagið Føroysk Ross fyllir 40 ár og skipar fyri móttøku og almennum tiltaki á Búnaðarstovuni, sunnudagin 15 juli.
Høvi verður at síggja og heilsa uppá Føroysk Ross og vit fáa millum anna vitjan av Íslendskum kynsbóta dómarum, ið koma at leggja okkum lag á at taka mát av Føroyskum rossum.
Mátini ið verða tikin skula nýtast í nýggju talgildu skráseting felagsins, ið er grunda á Íslendska teldu forriti, World Fengur. Bændasamtök Ísland hevur ment og nýtur frammanundan forriti World Fengur, til at skráseta Íslendska rossaslagi í Íslandi og kring allan heim.
Tað grør um gangandi fót
Eftir at Felagið Føroysk Ross fór undir nýggja ali leistin í 2013, við fyrsta
“Summer of Love” átakinum eru vit komin upp á 94 Føroysk Ross. Vit runda tískil vónandi 100 ross komandi summar.
- Felagið Føroysk Ross
Innanlands
Felagið Føroysk Ross 40 ár
Móttøka og alment tiltak verður sunnudagin
2018-07-10 15:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald