2018-11-14 18:10
Leygardagin fara umboð fyri Reykjavíkar kommunu at fella stóru jólatrøini til Austurvøll í Reykjavík og til tinghúsvøllin í Havn. Vanliga er tað borgarstjórin í Reykjavík, sum fellir trøini.
Sum siður er, fær Havnin jólatræið sum gávu frá Reykjavíkar kommunu. Træið verður avskipað 22. november og verður tendrað á Vaglinum leygardagin 1. desember.
Eins og í fjør umboðar Líf Magneudóttir, borgarfulltrúi, Reykjavíkar býráð undir hátíðarhaldinum á Vaglinum, tá jólatræið verður tendrað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald