Ukraina kann møguliga rokna við at fáa minni hernaðarstuðul úr USA, tá Donald Trump verður forseti aftur.
Fríggjadagin tá Trump í samrøðu við NBC News varð spurdur, um Ukraina skulu vænta minni hjálp frá USA, svaraði hann:
– Møguliga. Ja, mest sannlíkt.
Um vikuskiftið hitti Trump ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og franska forsetan, Emmanuel Macron, í París í sambandi við, at Notre Dame dómkirkjan varð latin uppaftur fyri almenninginum, og sambært Zelenskyj var talan um ein góðan fund.
– Vit ynskja øll, at hetta kríggið fær ein enda skjótast gjørligt og á rættvísan hátt. Vit tosaðu um fólk okkara, støðuna á landi og ein rættvísan frið, sigur ukrainski forsetin.
Donald Trump hevur áður funnist at núverandi stjórnini í USA fyri at senda nógvar milliardir til Ukraina, og eisini er hann komin við ábendingum um, at hann ætlar at skerja stuðulin.
Leygardagin varð ein nýggjur amerikanskur hjálparpakki til Ukraina annars lagdur fram. Hjálparpakkin inniheldur vápn og hernaðarútgerð fyri 988 milliónir dollarar - nærum sjey milliardir krónur.
Síðan februar 2022, tá kríggið millum Russland og Ukraina byrjaði, hevur USA latið ukrainum meira enn 62 milliónir dollarar, sum svarar til 437 milliardir krónur. Tað er meira enn tær 331 milliardir krónurnar, sum ES hevur latið, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald