2018-07-21 16:36
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Klokkan kvart yvir tvey seinnapartin fekk løgreglan boð um, at ein kvinna var dottin uppi á Egg í Mykinesi.
Boð vórðu send eftir tyrlu, og kvinnan varð síðani flutt á landssjúkrahúsið til kanningar.
"Vit vita ikki, hvussu álvarsliga skadd kvinnan er, men har er illgruni um, at hon hevur brotið beinið," sigur vakthavandi á politistøðini við Portalin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald