Ferðafólk í Føroyum eru sera væl nøgd við ferðaupplivingar í Føroyum sum heild, og ein stórur meiriluti tekur undir við, at Føroyar eru “Unspoiled, Unexplored og Unbelievable”. Hetta vísur ein nýggj ferðafólkakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Visit Faroe Islands.
Kanningin vísur eisini, at flest ferðafólk leiga hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, og at ein stórur meiriluti heldur ikki, at ov nógv ferðafólk eru í Føroyum.
Nøgdsemi og VFI-brandið
Á einum stiga frá 1 til 5, har 1 var “sera ónøgd/ur” og 5 var “sera væl nøgd/ur”, svaraðu meira enn tveir triðingar av ferðafólkunum, at tey vóru sera væl nøgd við upplivingarnar í Føroyum. Miðaltalið var 4,8%. Ferðafólkini vóru eisini biðin um at siga, hvussu samd tey vóru við slagorðið hjá Visit Faroe Islands, “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable.” Meira enn helvtin (52,5%) vóru púra samd við VFI-brandinum, 34,4% vóru samd, meðan 11,8% søgdu seg vera hvørki samd ella ósamd. Miðaltalið var 4,4%.
Hvar ferðafólk gista og tal av ferðafólkum
Størsti partur av teimum spurdu ferðafólkunum (38,9%) leigaðu hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, meðan 32,5% gistu á gistingarhúsi. Her skal tó viðmerkjast, at fleiri søgdu seg ikki hava møguleika at gista á gistingarhúsum vegna vantandi pláss, og tí máttu tey velja Airbnb. Spurd um ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, svaraðu tey flestu (85,3%) “nei”, meðan 14,1% svaraðu “ja”. Nøkur hildu, at tað vóru ov nógv ferðafólk í Tórshavn, tá ið ferðafólkaskipini lógu við kei, tí ov nógv ferðafólk vóru í býnum. Onnur hildu, at ov nógv ferðafólk vóru í Mykinesi og at vandi kundi vera á ferð, í mun til náttúruna í Mýkineshólmi.
Hvaðani ferðafólkini koma frá og hvar tey vitja
Flestu ferðafólkini í kanningini vóru úr Danmark (17,4%), meðan 14,1% vóru úr Týsklandi. Síðani komu ferðafólk úr USA/Kanada (7,7%), Italia (7,5%), Stóra Bretlandi (7,2%) og Fraklandi (7%). Næstan øll (95,4%) vitjaðu í Tórshavn. Síðani vitjaðu 62,1% í Klaksvík, 61,5% í Gjógv, 58% í Vestmanna, 57,8% í Saksun og 50% á Eiði. 31% vitjaðu í Mykinesi. Havast skal í huga, at talan er um støð, har ferðafólkini hava steðga á, og ikki støð, har tey einans hava koyrt ígjøgnum.
Pengar verða brúktir um alt landið
Ein stórur meiriluti av ferðafólkum (93%) nýttu pengar í Tórshavn. Síðani nýttu 43,3% pengar í ávikavist Klaksvík, Runavík og Tvøroyri. 42,2% nýttu pengar í størri bygdum, sum t.d. í Sandavági, Miðvági, Fuglafirði og Vági. 41,8% keyptu eitthvørt í smáu bygdunum, sum t.d. í Saksun, Tjørnuvík og Gjógv. 26,5% nýttu pengar á smáu oyggjunum, sum t.d. í Fugloy, Svínoy, Mykinesi ella Nólsoy.
Annað
Høvuðsorsøkin hjá flestu ferðafólkunum at vitja Føroyar var náttúran (66,5%), og 54,4% søgdu, at besta upplivingin var føroyska náttúran, meðan 19,5% søgdu, at gongutúrar vóru besta upplivingin. Umleið tveir triðingar høvdu gingið túr í náttúruni. Meirilutin av teimum spurdu høvdu ongar neiligar upplivingar á ferðini. Kortini vóru nøkur, ið høvdu eitthvørt neiligt at nevna um túrin. 11,6% nevndu vantandi matstovur uttanfyri høvuðsstaðin, 11% søgdu, at príslegan var ov høg, meðan 8,1% høvdu keðiligar upplivingar við Strandferðsluni. 4,6% søgdu, at ov fáir møguleikar vóru at vera virkin sunnudagar, tí alt var stongt.
Ferðafólkakanningin
Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum 22. juli til 22. august 2018. 483 ferðafólk játtaðu at taka lut í kanningini. Flestu samrøðurnar (71,4%) fóru fram á Tax Free økinum á flogvøllinum í Vágunum, meðan 28,4% av samrøðunum vórðu gjørdar á keiini í Tórshavn.
Ferðafólkakanningin, sum inniheldur fleiri onnur áhugaverd hagtøl, verður løgd út á Vinnu síðuna á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald