Innanlands

Ferðafólkatalið vaks við 24 prosentum í apríl

102.879 ferðafólk hava ferðast umvegis flogvøllin higartil í ár

2019-05-23 14:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vøksturin í ferðafólkatalinum umvegis Vága Floghavn heldur fram. Til og við apríl
høvdu 102.879 ferðafólk ferðast umvegis flogvøllin, samanborið við 92.180 ferðafólk somu tíð í fjør. Tað er ein vøksur á 10.699 fólk, sum svarar til 11,6%.

[object Object]

Vøksturin í apríl var serstakliga høgur, við einum vøkstri á 24,1%. Mars var hinvegin
metlágur, við einum halli á 2,7%. Páskirnar í 2018 lógu partvís í mars, ið ávirka tølini fyri mars og apríl.

[object Object]

Vága Floghavn er í holt við at gera betringar í farstøðini. Umsitingin av bilaútleigan er flutt í gomlu farstøðina. Hetta fyri at betra um plássið í nýggju farstøðini, umframt aðrar smávegis broytingar

- Vága Floghavn

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder