Innanlands

Ferðamannaskipini hómast í mjørkanum

Nógv ferðafólk eru í miðbýnum í Havn í dag

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-03 11:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mjørkin liggur tjúkkur í Nólsoyarfirði og myndamaður okkara nýtti høvið at taka mynd av ferðamannaskipunum, sum hómast í mjørkanum í Havn.

Ferðamannaskipini, sum eru í Havn í dag, eru Star Pride og Queen Victoria. Star Pride, sum er 135 metrar langt, er komi úr Molde í Noregi og er á veg til Reykjavíkar. Queen Vicorita, sum er 294 metrar langt, er komi úr Reykavík ávegis Southampton.

Nógv ferðamannaskip vitja høvuðsstaðin um summarið, og hetta sæst eisini týðiliga aftur í miðbýnum, sum er á tremur við ferðafólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder