Innanlands

Ferðslan er nógv tarnað í Kollafirði

Ferðsluóhappið órógvar nógv, nú fólk eru á veg til arbeiðis

2018-10-29 08:30 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt ferðsluóhapp var í morgun í Kollafjarðardali, har ein bilur rendi upp í ein annan.

Fremri bilur steðgaði við krossin, har sum Oyggjarvegurin og Vegurin ígjøgnum Kollfjarðardal møtast, men hetta varnaðist bilur aftan ikki. Hesin rendi á bilin framman, sum fór tvørur um vegin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Ferðslan er tí illa tarnað í Kollfjarðardali.

Løgreglan heldur ikki at nakað serligt av fólkaskaða stóðst av ferðsluóhappinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder