Innanlands

Ferðslan verður broytt í samband við Laksatorgið

Laksatorgið letur upp í Runavík leygardagin

2018-07-17 14:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Laksatorgið verður í ár flutt oman á havnarlagið við bátahylin á parkeringsøkinum uttanfyri Faroe Origin. Tríggjar tær sunnastu parkeringsrekkjurnar verða tískil stongdar frá mikukvøldinum 18. juli og til sunnudagin 22. juli.

Laksatorgið letur upp leygardagin 21. juli kl. 10.00 og tá verður vegurin oman á økið stongdur fyri almennari ferðslu fram til kl. 20.00, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu síni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder