Innanlands

Ferðsluljósini vóru sløkt

Nógvir trupulleikar hava verið við nýggjum ferðsluljósunum á Ringvegnum

Savnsmynd: Tórshavnar kommuna

Savnsmynd: Tórshavnar kommuna

2018-07-03 08:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú gott tíggju dagar eru síðani nýggju ferðsluljósini vóru tendraði á Eystara Ringvegi í Havn, eru enn trupulleikar av teimum.

Fyrsta dagin ferðsluljósini vórðu tendraði, vóru langar røðir av bilum í allar ættir, og teir fylgjandi dagarnar var støðan ikki nógv betri. Millum annað varð sagt, at ferðsluljósini ikki riggaðu sum tey áttu.

Tórshavnar kommuna hevur víst á, at ein partur av trupulleikanum er at fólk skulu venja seg við nýggju ljósini.

Í nátt var aftur galið við ferðsluljósunum. Tá klokkan nærkaðist midnátt vóru ljósini sløkt, og vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tey fingu fráboðan í nátt um at tá vóru ljósini enn ikki tendraði.

Tó er eingin fráboðan komin um at nakar skaði er hendur av at ljósini ikki rigga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder