Seinnapartin í gjár beint áðrenn klokkan 17 var eitt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum. Orsøkin var ein seyður, sum knappliga leyp yvir vegin.
- Fyrsti bilurin steðgaði fyri seyðinum, men bilurin aftanfyri náddi ikki at bremsa og rendi í bilin framman, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
- Tað er ofta tað, sum hendir við hesum seyðunum á vegnum. Tí er tað so týdningarmikið, at bilførarar halda frástøðu.
Tað sá ógvusligt út, tí bæði sløkkiliðsbilar og sjúkrabilar vórðu boðsendir, men skaðin var sum skilst bara materiellur.
- Eitt sindur av olju kom á vegin, sum sløkkiliðið mátti reinsa, og somuleiðis mátti sløkkiliðið eisini koma eftir báðum bilunum. Men eingin persónsskaði var, sigur vakthavandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald