Innanlands

Ferðsluóhapp á Skála

Bilur liggur á takinum - løgreglan er á staðnum

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-11-14 19:57 Author image
Oda Strøm
placeholder

Eitt at síggja til ógvusligt ferðsluóhapp er hent í kvøld við fyrru omankoyringina til Skála. Tað váttar vakthavandi á løgreglustøðini.

Bilurin, sum talan er um, liggur á takinum, og sær út til at vera illa farin.

Sjúkrabilur er farin til Havnar við fólki, sum vóru í bilinum, men vakthavandi veit ikki enn at siga, hvussu nógv fólk talan er um, ella um nakar álvarsligur mansskaði er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder