2018-10-29 08:16
Eitt ferðsluóhapp hendi fyri løtu síðani í Kollafirði. Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tey akkurát hava fingið fráboðan um hetta, og at tey í løtuni ikki vita annað, enn at ein bilur rendi upp í bilin, sum koyrdi frammanfyri.
Ferðsluóhappið hendi beint við Effostøðina í Kollafjarðadali.
Í Havnini hoyrist útrykningur á veg út úr býnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald