Innanlands

Ferðsluóhapp í Søldarfirði

Talan var um harmonikkusamanstoyt, har tríggir bilar vórðu íblandaðir. Allir bilførarnir vórðu førdir á Landssjúkrahúsi

2019-05-16 17:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um 16.00-tíðina var eitt ferðsluóhapp á strekkinum millum rundkoyringina við Skipaneskrossin og vegin oman til Søldafirði. Hetta visti Kringvarpið at siga í tíðindunum klokkan 17.00.

Ein bilur bremsaði knappliga, tann næsti kláraði akkurat at steðga, áðrenn hann rendi í tann fyrsta, men tann triði megnaði ikki bremsa, og so varð harmonikusamanstoytur. Hetta sigur vakthavandi á Løgreglustøðini

Tríggir sjúkrabilar komu á staðið, og teir tríggir førararnir, sum vórðu innblandaðir, vórðu fluttir á landsjúkrahús. Tað er óvist, hvussu álvarsligir skaðarnir vóru. Har vóru eisini fólk við í bilunum, men eingin av teimum fekk skaða, so neyðugt var at fara á sjúkrahús, upplýsir vakhavandi fyri Portalinum. 

Tveir av bilunum kundu ikki koyra eftir stoytin, og har var lang bíðirøð av bilum eftir óhappið.

Løgreglan upplýsir, at ferðslan nú koyrir sum vanligt á veg oman til Søldarfjørð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder