Innanlands

Ferðsluóhappið á Vegnum Langa: - Hevði ikki so nógv uppá seg

Ein bilur rendi á ein annan, sum bremsaði fyri onkrum á vegnum

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-07-26 08:44 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað sá ógvusligt út við Vegin Langa í gjár, tá ið eitt ferðsluóhapp hendi, og ein bilur stóð parkeraður uppi á gangiteiginum, og nógvir politistar og sjúkrabilur var til staðar.

Tað hevði tó ikki so nógv uppá seg, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun. 

Ein bilur rendi á ein annan, sum bremsaði. Bilførarin í bilinum, sum varð árendur, fekk pínu í nakkan, og vakthavandi sigur, at vanligt er tá ikki at flyta viðkomandi. Tí sá tað so ógvusligt út við nógvum politistum og sjúkrabili afturat. Eingin annar fólkaskaði hendi í óhappinum. 

Bilførarin, sum rendi á, fekk klipp í koyrikortið fyri ikki at halda nóg nógva frástøðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder