2018-11-07 10:59
Nógvur útrykningur var at hoyra í Tórshavn sunnukvøldið. Orsøkin var, at ein frontalur samanstoytur var hendur á Kaldbaksvegnum við Sandvíkarhjalla.
Samanstoyturin var so harður, at neyðugt varð at klippa tann eina bilin upp, fyri at sleppa framat fólkunum. Trý fólk vórðu flutt á landssjúkrahúsið.
- Vit hava í morgun boðað løgregluleiðsluni frá, at eftir at hava tosað við partarnar er avgjørt, at málið fer í rættin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Av tí at málið nú verður eitt rættarmál, kann løgreglan ikki úttala seg meir um málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald