Innanlands

Fíggjarætlanin fyri høvuðsstaðar-kommununa samtykt

Tað eydnaðist ikki Javnaðarflokkinum at lækka skattaprosentið við 0,25

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2018-11-29 22:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi í kvøld fíggjarætlanina fyri komandi árið. Teir sjey í býráðsmeirilutanum saman við Annfinni Brekkstein úr Sambandsflokkinum atkvøddu fyri, meðan javnaðarumboðini atkvøddu blankt.

Javnaðarflokkurin hevði annars eitt broytingaruppskot við á fundin. Mælt var til at lækka skattaprosentið fyri Tórshavnar kommunu við einum fjórðings prosentstigi úr 19 niður á 18,75 prosent.

Men hetta uppskotið vann ikki frama. Bert tey fýra umboðini hjá Javnaðarflokkinum á fundinum atkvøddu fyri, meðan meirilutalimirnir atkvøddu ímóti.

Kostnaðurin av eini lækking á 0,25 prosentstig kostar 10,5 milliónir, og tað skuldi fíggjast við at lækka íløgujáttanina við 5,5 milliónum og rakstrarjáttanina við 5 milliónum, segði Tróndur Sigurðsson, tá hann legði broytingaruppskotið fram.

Hann vísti á orsøkin til uppskotið er, at Javnaðarflokkurin ikki kann standa model til tann stóra vøksturin, serliga í rakstrarútreiðslunum.

- Kunnu ikki skerja alt í einum
Annika Olsen, borgarstjóri vísti á, at kommunan strembar eftir at halda vøksturin niðri á trimum prosentum, men at hetta ikki er eydnast enn. Hon vísti á, at seinasta árið í undanfarnu leiðslu, var vøksturin yvir níggju prosent, seinast góð fimm prosent, og nú er vøksturin í rakstrarjáttanini 4,9 prosent.

- Tað er ov nógv, men tað ber ikki til at skerja hetta í einum uttan at tað gongur út yvir vælferðartænasturnar, vísti Annika Olsen á, og grundaði stóra vøksturin serliga á stóra tørvin á eldraøkinum og á barnaøkinum sum avleiðing av fókkavøkstrinum og eisini, at lønarvøkssturin hevur verið munandi í seinastuni.

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2019 vísir mettar inntøkur á 999 milliónir krónur, ein vøkstur á 5,1 prosent í mun til í ár, og rakstrarútreiðslur á 778 milliónir, svarandi til ein vøkstur á 4,9 prosent.

Avlopið á fíggjarætlanini til skattafíggjaðar íløgur í 2019 verður 160,4 milliónir krónur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder