Innanlands

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2019 verður lagt fram í morgin

Hetta er seinasta fíggjarlógaruppskotið áðrenn næsta løgtingsval

Mynd: KVF

Mynd: KVF

2018-09-27 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2019 verður lagt fram í morgin í tíðindafundi. Tað skrivar fíggjarmálaráðið á heimasíðu sína.

Uppskotið skal verða lagt fyri Løgtingið áðrenn 1. oktober, sum er mánadagin. Tí verður uppskotið lagt fram í morgin.

Á tíðindafundinum, sum verður klokkan 10 í morgin, fer landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss at leggja uppskotið fram.

Hetta er seinasta fíggjarlógaruppskotið áðrenn næsta løgtingsval. Løgtingsval skal vera í seinasta lagi 1. september 2019.

Tingið fer at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum mikudagin 3. oktober.

Løgtingið fer at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum mikudagin 3.oktober. Uppskotið skal verða endaliga samtykt innan ársskiftið, tí nýggja fíggjarlógin er galdani frá 1. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder