Innanlands

Fíggjarlógin skal viðgerast hósdagin og fríggjadagin

Fyrsta viðgerð byrjar fyrrapartin í morgin og verður helst drúgv

Ruth Vang legði í gjár fíggjarlógina fyri 2026 fram. Eitt undirskot á 173 milliónir kann væntast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ruth Vang legði í gjár fíggjarlógina fyri 2026 fram. Eitt undirskot á 173 milliónir kann væntast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-01 10:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagurin gjørdist langur í tinginum. Nógv mál vóru á skránni, og fyrsta viðgerð av fosturtøkumálinum, sum var tað seinasta á skránni, vardi til stutt fyri klokkan 20.

Hetta málið er nú beint í Rættarnevndina og kemur fyri aftur um ein mánaða ella so - helst inni í november.

Sí eisini: Uppskotstillarar: Sjálvsavgerðarætturin skal vera hjá kvinnuni

Fíggjarlógin fyri 2026 varð løgd fram fyrrapartin í gjár, og í morgin skal hon í tingið.

Ein tingfundur er eisini settur á skrá fríggjadagin, har bert "framhaldandi 1. viðgerð av fíggjarlógini" og "framløga" eru á skránni.

Harvið kann roknast við, at tinglimir fara at brúka nógvar tímar til fyrstu viðgerðini. Tað eru helst nógv, sum hava nógv uppá hjarta.

Sí eisini: 173 milliónir í halli


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder