
Høvuðsábyrgdin skal flytast hjá einum lækna til kvinnuna, ið er við barn - hetta snýr seg fyrst og fremst um kvinnurættindi og rættin at velja undir tryggum umstøðum.
Hetta er høvuðsboðskapurin hjá Ingilin Didriksen Strøm, Eyðdis Hartmann Niclasen, Hervør Pálsdóttir og Karlot Hergeirsson.
Fýra uppskotstillarar úr fýra ymiskum flokkum við ætlan um at dagføra fosturtøkulógina sum hevur nærum 70 ár á baki. Hendan er ótíðarhóskandi á mangan hátt, vístu tey ár.
Hervør Pálsdóttir er komin úr barnsburðarfaloyvi í Løgtingið - bert fyri at leggja hetta málið fram aftur
Ingilín Didriksen Strøm á tingsins røðarapalli (Myndir: Jens Kr. Vang)
Sí eisini: Verandi lóg er ein óvirðilig leivd og ein villiniborg
Rætturin hjá fostrinum/barninum til lív og pápin vórðu ikki nevnt nakað serligt, men nú tinglimir sum eru ímóti hava tikið orðið, er hetta broytt. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Steffan Klein Poulsen hava av tingsins røðarapalli sett nógv spurnartekin, og undir viðmerkingum er kjakið millum annað byrjað um, hvørt nýggja lógin fer at leiða til fleiri fosturtøkur ella ikki, hvørt markið nú eitur 12, 16 vikur ella meira.
Nógvir tinglimir standa framvegis á røðaralistanum, og harvið varir orðaskifti helst til einaferð út á kvøldið.
Talan er um fyrstu viðgerð, so málið skal í Rættarnevdina eftir viðgerðina.
Til ber at fylgja við viðgerðini her
Sí eisini: Myndir: Áðrenn fosturtøkumálið kemur fyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald