Fíggjarstjórin í Huawei, Mgn Wanzhou, varð handtikin í kanadiska býnum Vancouver tann 1. Desember 2018. Nú stevnir hon kanadisku stjórnina, løgregluna og marknaeftirlitið.
Wanzhou varð handtikin, tí at USA vil hava hana útflýggjaða. USA sigur, at hon hevur brotið revsitiltøkini hjá USA móti Iran.
Orsøkin til at Meng Wanzhou nú stevnir er, at hon sigur, at henni rættindi vóru brotin. Hon sigur at hon var afturhildin, rannsaka og avhoyrd áðrenn hon fekk at vita, at hon var handtikin.
Sambært ákæruritinum goymdu kanadisku myndugleikarnir avhoyringina aftanfyri einari handahógvskanning. Myndugleikarnir nýttu støðuna til at “tvinga hana at útgeva prógv og upplýsingar”.
USA hevur vilja fingið fatur í Men Wanzhou og tann 1. mars tók Kanada fyrstu fetini móti ynskinum hjá USA, tá løgfrøðingamálaráðið setti gongd á tilgongdina at útflýggja hana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald