2019-05-23 12:37
Í 2017 gjørdist Vágs kommuna partur av samstarvinum í ABC fyri sálarligari heilsu, sum er eitt samstarv sum Fólkaheilsuráðið hevur sett á stovn millum stovnar, fyritøkur, kommunur og onnur í Føroyum.
Vágs kommuna hevur síðani skipað fleiri tiltøk í tráð við grundhugsanina handan ABC fyri sálarligari heilsu. Í ár var so á fyrsta sinni skipað fyri Rørslufagnaði í Vági og var hetta fríggjadagin 3. mai, skrivar Vágs kommuna.
Fólkaheilsuráðið hevur gjørt hetta filmsbrotið um Rørslufagnaðin í Vági 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald