Innanlands

Filmur um serstakan og umstríddan professara vístur í Løkshøll

”The Rise of Jordan Peterson” verður sýndur hóskvøldið

2019-11-06 18:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í 2016 var hann ein viðurkendur, men í heimshøpi púra ókendur professari í sálarfrøði. Í dag er Jordan Peterson ein akademisk superstjørna. Bók hansara, ”12 Rules for Life”, hevur selt yvir 3 milliónir eintøk og er umsett til 50 mál, hann hevur milliónir av fylgjarum á sosialu miðlunum og hann hevur ferðast kring allan heimin og røðað fyri fullsettum og algoystum mannfjøldum. Hann er, sambært New York Times, fremsti teinkjarin í vesturheiminum í dag. Summi elska hann, summi hata hann. Men fá hava, sum Jordan Peterson, dugað at birt undir eldhugað kjak um lívsins mest átroðkandi viðurskifti.

Nú sigur ein spildurnýggjur heimildarfilmur alla søguna um hvussu kanadiski professarin gjørdist eitt altjóða fyribrigdi. Og ”The Rise of Jordan Peterson” verður vístur í Løkshøll í Runavík, hóskvøldið 7. november kl. 19.

Upptøkurnar til ”The Rise of Jordan Peterson” byrjaðu longu í 2015 og lýsir filmurin tí alt umstrídda tíðarskeiðið tá ið Jordan Peterson av fyrstan tíð fekk altjóða uppmerksemi fyri sínar áskoðanir um millum annað talufrælsi og kynsviðurskifti.

Filmurin gevur hyggjaranum serstaka atgongd handan leiktjøldini til mannin Peterson, sum fer ígjøgnum kollveltandi umbroytingina frá at vera ókendur professari til at vera víðagitin og umstríddur kring allan heimin.

“Hesin filmurin dugir heilt vist at seta gongd í orðaskifti,” sigur kanadiski leikstjórin, Patricia Marcoccia, í tíðindaskrivi. “Tá ið vit enn gjørdu filmin, vístu vit hann fyri fólkum, sum koma frá nógvum ymiskum sjónarhornum. Summi vóru fjepparar av Peterson, onnur hildu tað vera eldfimt yvirhøvur at hyggja eftir filminum, meðan onnur als ikki høvdu hoyrt um Peterson. Og okkurt var í filminum fyri øll. Tær mest áhugaverdu samtalurnar spurdust burturúr.”

Tá ið ”The Rise of Jordan Peterson” varð frumframførdur í Toronto 26. septembur vórðu atgongumerkini útseld eftir tveimum døgum og ein størri biografsalur mátti finnast. Filmurin verður í hesum døgum vístur aðrastaðni kring allan knøttin.

Í Føroyum verður filmssýningin í Løkshøll í Runavík í annaðkvøld.

Eftir filmssýningina verður pallborðsfundur. Við pallborðið fara at sita Suni Poulsen, Rósa Tyril, Heini í Skorini og Sunneva Mohr. Arni Zachariassen verður orðstýrari.

Les eisini: Eitt uppercut til feminismuna 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder