Uttanlands

Filmurin við skumpandi pápa sæddur næstan 30 milliónir ferðir

Vildi bara beina honum aftur upp á pláss, men hann datt, sigur pápin

2018-11-12 13:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mong munnu tey vera, ið hava flent eftir einum videoklippið, ið hevur gingið sína gongd seinastu dagarnar, har ein pápi skumpar son sín, ið er málmaður í einum dysti, so at hann dettur og bjargar einum skoti á mál.

Filmskutið hevur fingið bein at ganga á. Bara á Twitter er fimurin nú vístur næstan 28 milliónir ferðir.

Filmurin er frá einum barnadysti í Aberystwyth í Wales.

Fótbóltspápin, Phil Hatfield, sum skumpar son sín, Osian, hevur sagt fyri BBC Wales, at hann ikki kundi standa fyri freistingini. Fyrr í dystinum hevði tað mesta gingið fyri seg á hinari hálvuni, og sonurin hevði ikki havt nógv at gera í málinum, greiðir pápin frá.

- So eg fór yvir til hansara og royndi at halda hann fokuseraðan, og siga honum hvat hann skuldi gera. Hann kom móti mær, tí hann hoyrdi ikki hvat eg segði, og er royndi bara at beina honum aftur móti málinum, men hann datt, sigur pápin.

Nú er filmskutið við óvanligu bjargingini sætt næstan 30 milliónir ferðir á Twitter, og hevur fingið nógva umrøðu í fleiri av heimsins miðlum.

Dysturin millum smádreingjaliðini Bow Street Magpies og CDP Llanilar endaði javnt 2-2 og liðið fekk fyrsta stigið í ár.

Venjarin, Amlyn Irans, hevur greitt BBC frá, at málið ikki var eftir bókini, men at talan var um ”perfekta timing”.

- Vit flentu í kíki, so sóðu ikki, at bólturin loksins endaði í netinum, sigur hann.

Fótbóltssambandinum í Wales dámar ikki tað, sum sæst í filmskutinum. Í eini fráboðan verður sagt:

- Vit virðismeta, at filmskutið verður sætt kring allan heim, og at nógv halda tað vera stuttligt, men fótbóltssambandið hevur leiðreglur fyri, hvussu foreldur skulu uppføra seg, eins og leiðarar og áskoðarar. Vit hava plikt til at biðja um eina frágreiðing frá felagnum í hesum máli.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder