Innanlands

Fimm ár síðani avgusturin brast

Tey flestu munnu minnast ógvusligu upptøkurnar á hvalastøðini við Áir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-11-26 18:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Alt gekk ikki sum ætlað, tá annar augusturin, sum strandaði og doyði í Sundalagnum varð drigin niðan á planin á hvalstøðini við Áir 26. november 2013 - altso fyri fimm árum síðani í dag.

Tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, skar hvalin upp, brast hvalurin. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum var til staðar tá hvalurin “eksploderaði”.

Upptøkurnar fóru víða um, og fleiri milliónir hava sæð hendingina. Millum annað var upptøkan á topp 5 hjá Fox News hetta árið.

- Eg veit ikki hvat man skuldi vera fyrireikaður upp á, men vit høvdu fyrireikað okkum soleiðis, at fólk ikki vóru fyri, segði Bjarni Mikkelsen við Dag & viku tá.

Síggj innslagið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder