Innanlands

Fimm bøtur skrivaðar til telefontosandi bilførarar

Og ein varð tikin fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður í nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-11-17 09:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fimm bilførarar skulu nú rokna við at fáa eina bót sendandi frá fútanum eftir at teir vórðu avdúkaðir at tosa í telefon meðan teir koyrdu.

Løgreglan var í gjár úti og kannaði ferðsluna í Havn. Sum kunnugt er tað ikki loyvi at tosa í telefon meðan ein koyrir bil, men tað eru tað nógvir bilførarar, ið gloyma, og fimm teirra vórðu skrásettir í gjár.

Í nátt hevur løgreglan serliga kannað bilførarar fyri rúsdrekkakoyring. Millum 35 og 40 bilar vórðu støðgaðir í Havn í nátt. Ein teirra hevði so stórt útslag á alkometrinum, at hann varð handtikin og førdur á landssjúkrahúsið at taka eina blóðroynd.

Úrslitið av blóðroyndini verður so avgerandi fyri, hvussu ákæran hjá honum kemur at ljóða. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder