2018-07-05 12:08
Løgreglan hevur havt úr at gera seinastu tíðina við at gera ferðamátingar, og tað hevur eisini givið úrslit, tí at ein hópur av bilførarum eru steðgaðir fyri at hava koyrt ov skjótt.
Soleiðis var eisini í gjár, tá løgreglan gjørdi kanningar í Kollafirði millum klokkan 16.30 og 17.00. Løgreglan gjørdi kanningar inni á Firði, har bert er loyvi at koyra 60 km/t. Úrslitið varð, at fimm bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Hesir koyrdu allir millum 75 og 80 km/t, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald