Innanlands

Fimm mál til viðgerðar í tinginum í dag

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, eigur trý uppskot

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-09-25 09:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fimm mál skulu til viðgerðar í tinginum í dag.

Av teimum eigur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, trý uppskot: Eitt uppskot um at broyta ávísar pensjónir, eitt uppskot um at geva kommununum heimild at leiga út bústaðir, og eitt uppskot um familjuískoyti, so tað m.a. skal gerast lættari at fáa familjuískoyti.

Eisini verður eitt uppskot frá andstøðutingmonnunum Edmund Joensen, Bárður Nielsen, Magnus Rasmussen og Bjørn Kalsø, allir úr Sambandsflokkinum, um at hækka grundupphæddina í fólkapensjónini.

Umframt hetta er eitt uppskot til eykajáttanarlóg fyri september á skránni.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder