2021-09-10 11:30

Í 124 kanningum vóru í gjár fimm positivir koronutilburðir, vísa tølini frá myndugleikunum.
Smittukeldan er kend í trimum førum, í einum føri er smittukeldan ikki kend og ein persónur fekk staðfest smittuna við kanning á fjórða degi eftir komu til Føroyar.
Í løtuni eru 30 fólk smittað í Føroyum.
Gevið gætur: Á forsíðuni á Portalinum er feilur í sjálvvirkandi innlesingini av koronutølunum. Tað stendur at 1029 fólk eru positiv í løtuni. Hetta er ikki rætt. Sum nevnt omanfyri, er rætta talið 30 fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald